Atlantic Airways, Á-handlarnir, BankNordik, Etika og VisitFaroeIslands eiga bestu lýsingar

Á ársveitsluni hjá Felagnum Føroysk Marknaðarfólk, ið er áhugafelag fyri fólk, ið arbeiða innan marknaðarføring í Føroyum, vóru ársins bestu lýsingar í Føroyum kosnar fríggjakvøldið, 31. mars. Talan var um fýra ymiskar virðislønir, sum føroyski brúkarin hevði møguleika at atkvøða um. Harumframt fingu Á-handlarnir ársins herðaklapp frá nevndini fyri slóðbrótandi arbeiði innan føroyska marknaðarføring.

Tølandi Atlantic Airways vann
Við harðari kapping frá øðrum tilnevndum, gjørdist Atlantic Airways vinnarin í kappingarbólkinum “Ársins statiska lýsing". Hetta fevnir um prentlýsingar, uttandura lýsingar, skelti, prentlutir, plakatir, statiskt tilfar til sosialar miðlar og líknandi. Atlantic Airways vann við eini tølandi internetlýsing, ið spyr brúkaran: “Kilt tú við til Endinburgh?”.

Etika vann bestu livandi lýsing
Í kappingarbólkinum “Ársins dynamiska lýsing”, sum fevnir um livandi lýsingar í sjónvarpi, biografi, interneti og líknandi, gjørdist vinnarin Etika. Matstovan vann við sjónvarpslýsingini "Grøna gávan”. Etika vann heiðurin í harðari kapping við m.a. aðrar matstovur í Gist & Vist samtakinum.

BankNordik lat gávu og vann virðisløn
Í lýsingarbólkinum “Ársins sosiala tiltak ella sosial lýsing” gjørdist vinnarin BankNordik fyri at lata BankNordik-savnið sum gávu til serligan listagrunn. Hetta fekk nógva jaliga umtalu í miðliunum og millum fólk, og PR virðið varð tí stórt fyri bankan, og nú eisini heiðurin fyri besta tiltak.

VisitFaroeIslands vann á triðja sinni
Tá ársins besta marknaðarátak skuldi finnast, var kappingin ikki eins hørð sum í øðrum lýsingarbólkum. Meira enn helvtin av atkvøðunum fóru til SheepView átakið hjá Atlantic Airways og VisitFaroeIslands. Hetta er triðju ferð, at VisitFaroeIslands vinnur henda bólkin. SheepView hevur longu fingið stóra altjóða viðurkenning og vunnið hópin av altjóða virðislønum. Tí var tað kanska ikki óvæntað, at marknaðarátakið eisini er valt, sum ársins besta í Føroyum.

Herðaklapp til Á-handlarnar
Nevndin í FFM hevur á hvørjum ári latið eina serliga virðisløn til ein føroyskan lýsara, fyritøku, persón ella stovn, sum nevndin metir hevur gjørt eitt serstakt arbeiði innan marknaðarføring í farna árinum. Nevndin avgjørdi hesaferð at lata ársins herðaklapp til Á-handlarnar fyri at hava gingið á odda at steðga matoyðsli í Føroyum. Handlarnir fáa heiðurin fyri at taka samfelags atlit og ábyrgd við at stimbra undir eini hugburðsbroyting um matoyðsl. Hetta er samstundis ein handilsfyritøka, ið er farin frá ”Keyp 3 fyri prísin av 2” príspolitikkin til heldur at geva øllum kundum møguleika at fáa lut í góðum tilboðum – líkamikið hvussu stórur innkeypstørvurin er. Handilsfyritøkan var eisini millum tær fyrstu, ið byrjaðu at seta prísin niður á vørum, ið skjótt ganga út, eins og tey bjóða ókeypis frukt til barnsligar kundar og annars vísa serligt atlit fyri teimum veikastu brúkarunum í samfelagnum.

Fleiri enn túsund Facebook brúkarar valdu at atkvøða í ársins kapping um bestu marknaðarføringina í Føroyum.








Gallup Føroyar

Tvørgøta 13
Post Box 3313
110 Tórshavn
tel. 00298 661 948
tel. 00298 222 885
tel. 00298 661 945
gallup@gallup.fo