Laila Hentze

Laila byrjaði at arbeiða hjá Gallup í februar 2012 og tók við sum stjóri á Gallup Føroyar 1. juni 2013 eftir at hon saman við Ellindi í einari skiftistíð røkti starvið saman honum. Laila tekur sær millum annað av samskiftinum við kundarnar hjá Gallup. Harafturat er hon samskipari av Felagnum føroysk marknaðarfólk, sum er ætlað marknaðarfólkum í fyritøkum í Føroyum.

Laila er bachelor í enskum og fronskum vinnulívsmálum og cand. ling. merc. Hon hevur m.a. arbeitt innan ferðavinnu í Føroyum og sum skeiðshaldari uttanlands. Laila hevur harumframt arbeitt hjá verkfrøðingafyritøkuni O.Brandt Hansen í Danmark við støðulýsingum og orkufrágreiðingum innan húsamarknaðin. Í 2002 flutti Laila til Føroya og byrjaði at arbeiða í Televarpinum, sum júst tá byrjaði sítt virksemi at senda fylgissveinasjónvarp. Í 2003 bleiv Laila stjóri á Televarpinum og røkti hetta starvið til oktober 2011.

Hevur tú spurningar viðvíkjandi kanningum, omnibus, HR-Forum, Felagnum føroysk marknaðarfólk, Gallup Pulsinum, heimasíðuni ella øðrum hesum viðvíkjandi, er tú vælkomin at ringja á tel. 222 885 ella á laila@gallup.fo

 

Rakul Svabo Róadóttir

Rakul hevur starvast sum samskipari í Gallup Føroyum síðan oktobur 2016. Í høvuðsheitum tekur hon sær av at samskipa kanningar umframt at loysa ad-hoc-uppgávur. 

Rakul hevur tikið eina bachelorútbúgving í Bretlandi í sosiologi umframt eina altjóða cand.mag. útbúgving í mentan, samskifti og alheimsgerð (v/serøki inni fyriskipan og leiðslu) í Danmark. Umframt hesar útbúgvingar hevur Rakul starvsroyndir innan ráðgeving og samskipan. 


Vit ið ringja ...

Góðan dag. Vit ringja frá Gallup Føroyar ...  

Hóast vit ringja til tín, vita vit einki um, hvør tú ert. Gallup-skipanin velur tilvildarlig telefonnummur, býtt javnt kring oyggjarnar. Tú kanst tí sum svarpersónur kenna teg tryggan í, at tú kanst svara ónevnt.

Ein kanning tekur sjáldan meira enn 5 minuttir. Nýtir tú hesar 5 minuttirnar uppá at svara, kanst tú geva tína áskoðan til kennar og at hava eina ávirkan. Vit ringja bæði til fastnet og fartelefonir.












Gallup Føroyar

Tvørgøta 13
Post Box 3313
110 Tórshavn
tel. 00298 661 948
tel. 00298 222 885
tel. 00298 661 945
gallup@gallup.fo