FFM 21. mai: Onkur annar eigur tað!

Hósdagin, 21. mai kl. 13.00 -15.00 heldur Sigmund Poulsen, advokatur, fyrilestur undir heitinum "Onkur Annar eigur tað!" á  Marknaðartorginum hjá Felagnum føroysk marknaðarfólk. Marknaðartorgið verður í hølunum hjá Gallup Føroyum í Tvørgøtu 13, miðhæddin.

Evnið er upphavsrættur, sum ikki einans fevnir um málningar, bøkur, tónleik, men eisini er galdandi í mun til marknaðartilfar so sum logo, lýsingar og myndir. Sigmund umrøður, hvat marknaðarfólk skulu vera varug við, tá avtalur verða gjørdar við lýsingarfyritøkur um marknaðartilfar og átøk. Sigmund kemur eisini við góðum ráðum til marknaðarfólkini, so ein kann umganga, at misskiljingar og ósemjur stinga seg upp millum partarnar seinni.

Til ber at melda seg til við at ringja til Lailu á tel. 222885.








Gallup Føroyar

Tvørgøta 13
Post Box 3313
110 Tórshavn
tel. 00298 661 948
tel. 00298 222 885
tel. 00298 661 945
gallup@gallup.fo