HR-Forum 10. september kl. 13.00

Jógvan Tróndarsson heldur fyrilestur í HR-Foruminum hósdagin, 17. september kl. 13-15.30 undir heitinum "JFK – spyr ikki, hvat landið kann gera fyri teg, men hvat tú kanst gera fyri landið."

Jógvan er skipari á grønlendska rækjuskipinum, Akkamalik, har 24 fólk eru umborð. Jógvan hevur stóra ábyrgd og røkir nógvar uppgávur sum skipari. Hann er eisini starvsfólkaleiðari og tosar m.a. um viðurskiftini umborð, rættindi, trupulleikar umframt avbjóðingar við at liva so tætt uppat sínum starvsfólkum í fleiri mánaðar. HR í myrkri og kulda á opnum havi - umstøður, sum eru annarleiðis enn tær, vit arbeiða undir á landi. HR-Forumið hittist í hølunum hjá Gallup Føroyum í Tvørgøtu 13. Nýggir limir kunnu tekna seg við at venda sær til laila@gallup.fo.








Gallup Føroyar

Tvørgøta 13
Post Box 3313
110 Tórshavn
tel. 00298 661 948
tel. 00298 222 885
tel. 00298 661 945
gallup@gallup.fo