Kanning fyri Amnesty International

Gallup Føroyar gjørdi í tíðarskeiðnum 8. -19. november 2016 eina hugburðskanning vegna Amnesty International. 521 tilvildarliga útvaldir respondentar eldri enn 15 ár hava svarað kanningini.

Sambært kanningini er 51% samd í at fólk eiga at kunna leita sær friðskjól í øðrum londum fyri at sleppa undan kríggi og forfylging. 32% eru partvís samd í hesari útsøgnini, meðan 7% eru partvís samd og 6% eru ósamd.

Ein annar spurningur ljóðaði: Hvussu samd/ur ella ósamd/ur ert tú í, at Landsstýrið átti at gjørt meira fyri at hjálpa flóttafólkum, sum flýggja undan kríggi og forfylging? Her svaraðu 45%, at tey vóru samd í, at Landsstýrið átti at gjørt meira fyri at hjálpa flóttafólkum, sum flýggja undan kríggi og forfylging. 32% svaraðu, at tey vóru partvís samd, meðan 9% vóru partvís ósamd og 10% ósamd.

Síðani var spurt um, hvussu nær tey spurdu høvdu persónliga viljað tikið ímóti fólkum, sum flýggja undan kríggi og forfylging. 28% av teimum spurdu søgdu at tey vildu latið tey búð í Føroyum, 10% í býnum ella bygdini, har viðkomandi býr. 30% svaraðu í grannalagnum, meðan 12% høvdu latið tey búð heima hjá viðkomandi. 20% hevði noktað teimum til Føroya. 








Gallup Føroyar

Tvørgøta 13
Post Box 3313
110 Tórshavn
tel. 00298 661 948
tel. 00298 222 885
tel. 00298 661 945
gallup@gallup.fo