Kanning fyri Visit Faroe Islands

Ferðafólk í Føroyum eru sera væl nøgd við ferðaupplivingar í Føroyum sum heild, og ein stórur meiriluti tekur undir við, at Føroyar eru “Unspoiled, Unexplored og Unbelievable”. Hetta vísur ein nýggj ferðafólkakanning, sum Gallup Føroyar hevur gjørt fyri Visit Faroe Islands á summri 2018.

Kanningin vísur eisini, at flest ferðafólk leiga hús ella íbúð gjøgnum Airbnb, og at ein stórur meiriluti heldur ikki, at ov nógv ferðafólk eru í Føroyum.

Nøgdsemi og VFI-brandið

Á einum stiga frá 1 til 5, har 1 var “sera ónøgd/ur” og 5 var “sera væl nøgd/ur”, svaraðu meira enn tveir triðingar av ferðafólkunum, at tey vóru sera væl nøgd við upplivingarnar í Føroyum. Miðaltalið var 4,8%. Ferðafólkini vóru eisini biðin um at siga, hvussu samd tey vóru við slagorðið hjá Visit Faroe Islands, “Unspoiled, Unexplored, Unbelievable.” Meira enn helvtin (52,5%) vóru púra samd við VFI-brandinum, 34,4% vóru samd, meðan 11,8% søgdu seg vera hvørki samd ella ósamd. Miðaltalið var 4,4%.

Hvar ferðafólk gista og tal av ferðafólkum

Størsti partur av teimum spurdu ferðafólkunum (38,9%) leigaðu hús ella íbúð gjøgnum Airbnb, meðan 32,5% gistu á gistingarhúsi. Her skal tó viðmerkjast, at fleiri søgdu seg ikki hava møguleika at gista á gistingarhúsum vegna vantandi pláss, og tí máttu tey velja Airbnb. Spurd um ov nógv ferðafólk eru í Føroyum, svaraðu tey flestu (85,3%) “nei”, meðan 14,1% svaraðu “ja”. 

Hvaðani eru ferðafólkini og hvar fara tey

Flestu ferðafólkini í kanningini vóru úr Danmark (17,4%), meðan 14,1% vóru úr Týsklandi. Síðani komu ferðafólk úr USA/Kanada (7,7%), Italia (7,5%), Stóra Bretlandi (7,2%) og Fraklandi (7%). Næstan øll (95,4%) vitjaðu í Tórshavn. Síðani vitjaðu 62,1% í Klaksvík, 61,5% í Gjógv, 58% í Vestmanna, 57,8% í Saksun og 50% á Eiði. 31% vitjaðu í Mykinesi. Havast skal í huga, at talan er um støð, har ferðafólkini hava steðgað á, og ikki støð, har tey einans hava koyrt ígjøgnum.

Annað

Høvuðsorsøkin hjá flestu ferðafólkunum at vitja Føroyar var náttúran (66,5%), og 54,4% søgdu, at besta upplivingin var føroyska náttúran, meðan 19,5% søgdu, at gongutúrar vóru besta upplivingin. Umleið tveir triðingar høvdu gingið túr í náttúruni. Meirilutin av teimum spurdu høvdu ongar neiligar upplivingar á ferðini. Kortini vóru nøkur, ið høvdu eitthvørt neiligt at nevna um túrin. 11,6% nevndu vantandi matstovur uttanfyri høvuðsstaðin, 11% søgdu, at príslegan var ov høg, meðan 8,1% høvdu keðiligar upplivingar við Strandferðsluni. 4,6% søgdu, at ov fáir møguleikar vóru at vera virkin sunnudagar, tí alt var stongt.

Ferðafólkakanningin

Kanningin varð gjørd í tíðarskeiðinum 22. juli til 22. august 2018. 483 ferðafólk játtaðu at taka lut í kanningini. Flestu samrøðurnar (71,4%) fóru fram á Tax Free økinum á flogvøllinum í Vágunum, meðan 28,4% av samrøðunum vórðu gjørdar á keiini í Tórshavn.








Gallup Føroyar

Tvørgøta 13
Post Box 3313
110 Tórshavn
tel. 00298 661 948
tel. 00298 222 885
tel. 00298 661 945
gallup@gallup.fo