Konjunkturtalið á sama støðið sum í juni 2017

Hagstovan hevur almannakunngjørt tølini frá konjunkturkanningini fyri januar 2018. Kanningin er gjørd í samstarvið við Gallup Føroyar. Treystitalið er hesaferð 26, ið er tað sama sum í seinastu kanningini frá juni í fjør. Treystitalið er framvegis oman fyri miðaltalið fyri allar kanningarnar, ið gjørdar eru síðani 2006.

Treystitalið er tað samanvigaða vísitalið frá 5 spurnakanningum, sum verða gjørdar í januar og juni hvørt ár. Treystitalið er óbroytt, men ymsu kanningarnar vísa tó, at tað er ymiskt, hvønn veg gongdin vendir viðvíkjandi metingum um støðu og útlit í ymsu kanningunum.

Brúkarakanningin
Í brúkarakanningini verða millum 500 og 550 húsarhald spurd 15 spurningar viðvíkjandi teirra egnu fíggjarstøðu og um búskaparstøðuna í síni heild í Føroyum.
Bjartskygnið tykist at vera nakað minni nú í mun til undanfarnu 3-4-árini. 









Gallup Føroyar

Tvørgøta 13
Post Box 3313
110 Tórshavn
tel. 00298 661 948
tel. 00298 222 885
tel. 00298 661 945
gallup@gallup.fo