Kvinnur og menn gleddu seg eins nógv at fara aftur til arbeiðis

Ein nýggj kanning hjá Gallup Føroyum vísir á, at heili 58% av føroyingum gleða seg at fara aftur til arbeiðis eftir summarfrítíðina. Kanningin er frá august 2016 og frágreiðingin er grundað á samrøður, sum Gallup Føroyar hevur gjørt við 528 tilvildarliga útvaldar føroyingar yvir 15 ára aldur. Harumframt er kanningin vektað á aldurs-, kyns- og fólkabýtið kring Føroyar sum heild. 

Breið arbeiðsgleði

Frágreiðingin hjá Gallup Føroyum ger greitt, at føroyskar kvinnur og føroyskir menn gleða seg eins nógv til at fara aftur til arbeiðis eftir summarfrítíðina. Ein líknandi kanning varð gjørd í sama tíðarskeiði av donsku fyritøkuni Deloiette, og vísir hendan á, at fleiri danskir menn enn danskar kvinnur gleddu seg at fara aftur til arbeiðis eftir summarfrítíðina – nevnliga 44% av donskum monnum og 38% av donskum kvinnum. Sambært Gallup Føroyum, er føroyska talið hesum viðvíkjandi 58% fyri bæði kynini og kanningin vísir somuleiðis á, at einans 8% av kvinnum og 7% av monnum ikki gleddu seg at fara aftur til arbeiðis eftir summarfrítíðina. Harumframt vísir kanningin, at tað eru eins nógvar kvinnur og menn, sum ikki eru í starvi - men til dømis lesandi ella pensjónistar - og er hettar talið ávíkavíst 26% fyri føroyskar kvinnur og 27% fyri føroyskar menn. 

Kanningin hjá Gallup Føroyum bólkar somuleiðis tey spurdu eftir aldri og frágreiðingin vísir á, at aldurin á føroyingum, ið gleddu seg at fara aftur til arbeiðis fevnir breitt. Heili 77% av teimum spurdu í aldurbólkurin 40-49 ár og 50-59 gleddu seg at fara aftur til arbeiðis eftir summarfrítíðina, ímeðan 73% av teimum spurdu í aldurbókinum 25-39 ár somuleiðis gleddu seg til at fara aftur til arbeiðis. Samabera vit hesi tøl við donsku tølini hjá fyritøkuni Deloiette, eru tað serliga danskir menn í aldurbólkinum 30-39 ár, sum gleða seg at fara aftur til arbeiðis eftir summarfrítíðina.  

Tey yngru

Kanningin hjá Gallup Føroyum vísir somuleiðis á, at aldursbólkurin 15-24 ár rúmar stórsta partin av teimum, ið ikki gleddu seg at fara aftur til arbeiðis eftir summarfrítíðina. Møguligt er, at meginparturin av teimum spurdu í hesum bólkinum í høvuðsheitum eru lesandi ella í stóran mun hava fyribils størv og tískil ikki enn hava funnið sína hyll á arbeiðsmarknaðinum. Hóast hettar svaraðu 43% av teimum ungu undir 25 ár, at tey gleddu seg at fara aftur til arbeiðis eftir summarfrítíðina og er hettar høga talið jaligt fyri føroyskan ungdóm.

Tey eldru

Tann aldurbólkurin, sum lutvíst gleddi seg mest til at fara aftur til arbeiðis eftir summarfrítíðina eru tey, ið eru eldri enn 60 ár. Ímeðan 60% av hesum aldursbólkinum ikki er í starvi, svaraðu heili 34%, at tey gleddu seg at koma aftur til arbeiðis og einans 3% svaraðu, at tey ikki gleddu seg at fara aftur til arbeiðis eftir summarfrítíðina. Úrslit frá donsku kanningini hjá Deloiette, vísir á sama rákið. Sambært hesari kanning, gleða 46% av danskarum - sum er yvir 60 ára aldur - seg at koma aftur til arbeiðis eftir summarfrítíðina.  

Samanbera vit hesi føroysku lutføll í kyn og aldri, bera tey boð um, at føroyskar kvinnur og føroyskir menn í øllum aldri í stóran mun kenna seg væl á føroyska arbeiðsmarknaðinum.  

 








Gallup Føroyar

Tvørgøta 13
Post Box 3313
110 Tórshavn
tel. 00298 661 948
tel. 00298 222 885
tel. 00298 661 945
gallup@gallup.fo