FarGen fær góða undirtøku millum fólk

 83 % av føroyingum taka undir við FarGen-verkætlanini, sum snýr seg um at lesa arvastreingirnar (genomini) hjá øllum føroyingum, sum vilja tað. Tað vísir hugburðskanning, sum Gallup Føroyar hevur gjørt fyri FarGen. 3 % av teim spurdu meta hinvegin, at verkætlanin eigur at steðgast. Restin hevur ikki tikið støðu til spurningin, hvørt verkætlanin skal fremjast ella ikki.

“Ábendingin er greið: FarGen fær stuðul frá føroyingum,” staðfestir Noomi O. Gregersen, verkætlanarleiðari fyri FarGen í tíðindaskrivi til miðlarnar. Hon fegnast um úrslitini í kanningini: “Úrslitini eru eitt greitt tekin um, at fólk stuðla verkætlanini, og er tað tí við góðum treysti, at vit í næstum fara undir at bjóða fólki at luttaka.”

Føroyingar tykjast eisini í stóran mun fúsir at luttaka í FarGen-verkætlanini, tí í kanningini varð spurt, hvørt fólk eru hugað at luttaka við at lata eina blóðroynd. Útvið ein triðingur svaraði, at tey fara heilt víst at luttaka, og 43 % søgdu, at tey fara møguliga at luttaka. Fremsta orsøkin til, at fólk eru áhugað í at luttaka, er sambært kanningini, at tey vilja stuðla undir gransking (51 %). Ein stórur partur (39 %) sigur høvuðsorsøkina vera, at tey ynskja at fáa innlit í møguliga arvaliga treytaða sjúku hjá sær og familjuni.

526 tilvildarliga valdir føroyingar yvir 17 ár luttóku í spurnarkanningini, sum Gallup Føroyar gjørdi fyri FarGen í desember. 


  








Gallup Føroyar

Tvørgøta 13
Post Box 3313
110 Tórshavn
tel. 00298 661 948
tel. 00298 222 885
tel. 00298 661 945
gallup@gallup.fo