Føroyingar gleddu seg at fara aftur til arbeiðis

Meira enn annarhvør føroyingur gleddi seg at fara aftur til arbeiðis eftir summarfrítíðina. Hetta er niðurstøðan sambært einari kanning, ið Gallup Føroyar gjørdi í august 2016. Frágreiðingin er grundað á samrøður við 528 tilvildarliga útvaldar føroyingar yvir kring alt landið. Allir luttakarir í kanningini eru yvir 15 ár og harumframt er kanningin vektað á aldurs-, kyns- og fólkabýtið kring Føroyar sum heild.  

Samanbering

Sambært frágreiðingini svaraðu heili 58% av føroyingum, at tey gleddu seg at fara aftur til arbeiðis eftir summarfrítíðina. Samanborið við líknandi kanningar í øðrum londum, er hettar talið sera høgt. Eitt nú hevur danska fyritøkan Deloiette gjørt eina líknandi kanning í Danmark og vísir hendan á, at 41% av danskarum gleða seg at fara aftur til arbeiðis aftaná summarfrítíðina. Harafturímóti svaraðu 45% av teimum spurdu, at tey ikki gleddu seg til at fara til arbeiðis aftur. Samaborið við føroyska talið eru tað einans 8% av føroyingum, ið ikki gleddu seg at fara aftur til arbeiðis eftir sumarfrítíðina.

Arbeiðsgleði

Í ein stóran mun bera høgu tølini boð um, at føroyingar trívast væl á føroyska arbeiðsmarknaðinum. Hettar speglast aftur í, at kanningin bólkar tey spurdu upp í lønarbólkar og felags fyri allar lønarbólkar er, at meginparturin gleddu seg at fara aftur til arbeiðis eftir summarfrítíðina. Tey hægstløntu rúma tó 76% og harvið størsta partin av teimum, ið gleddu seg at fara aftur til arbeiðis. Samanbera vit aftur hesi tøl við donsku kanningina hjá Deloitte, vísa donsku tølini somuleiðis, at stjórar, leiðarar og tey sjálvstøðugu eru tey, ið gleða seg mest at koma aftur til arbeiðis eftir summarfrítíðina. Gongdin kann vera ábending um, at hesin arbeiðsbólkur rúmar eina kenslu av, at hava funnið sína røttu hyll og vænta at vera leingi í sama starvi. Kanningin hjá Gallup Føroyum vísir tó á, at sami høgi lønarbólkur samstundis rúmar størsta partin av teimum, ið ikki gleddu seg at fara aftur til arbeiðis eftir summarfrítíðina – nevnliga 11%. Ein høgur starvsessur kann somuleiðis hava við sær mikla arbeiðsbyrðu og elva til strongd og tískil kunna hesi viðurskifti eisini spæla ein leiklut hjá hesum lønarbólki.  

Trivnaður

Kanningin hjá Gallup Føroyum ber somuleiðis fram eitt annað sjónarhorn, sum ber boð um, at føroyingar sum heild trívast á føroyska arbeiðsmarknaðinum. Frágreiðingin er m.a. vektað á fólkabýtið kring Føroyar og eyðsæð fyri kanningina er, at býtið millum tey, ið gleddu seg at fara aftur til arbeiðis eftir summarfrítíðina eru javnt býtt og liggur ímillum 49% og 71% kring landið. Talið á teimum, ið ikki gleddu seg at koma aftur til arbeiðis liggur ímillum 1% og 16% kring landið – og kanningin vísir somuleiðis á, at sandoyingar eru tann bólkurin av føroyingum, ið bæði gleða seg mest og minst til at koma aftur til arbeiðis eftir summarfrítíðina. Tølini eru tó umvend fyri Suðuroynna, har 49% gleddu seg at koma aftur til arbeiðis, ímeðan bert 1% av teimum spurdu ikki gleddu seg – harumframt rúmar suðuroyggin eisini størsta partin av teimum, ið ikki eru í starvi.      








Gallup Føroyar

Tvørgøta 13
Post Box 3313
110 Tórshavn
tel. 00298 661 948
tel. 00298 222 885
tel. 00298 661 945
gallup@gallup.fo