HR-forum

Gallup Føroyar hevur tikið stig til at stovna eitt HR-Forum fyri HR-leiðarar, starvsfólkaleiðarar og fólk, sum arbeiða innan HR og organisatión. Her verður høvi at fá íblástur frá hvørjum øðrum umframt fyrilestrahaldarunum.

HR-umhvørvið er ikki so stórt í Føroyum og júst tí er tað umráðandi at hava eitt vælvirkandi og afturvendandi forum og røttu karmarnar at hittast í, har møguleiki er at deila og fáa vitan, kjakast og venda viðkomandi spurningum. HR-forumið skal eisini verða eitt stað, har vit kunnu arbeiða við leiðslu og organisatión, tí hesi er tætt tengd saman.

Sambært skránni hittast limirnir fýra ferðir um árið í hølunum hjá Gallup Føroyum, sum samskipar tiltakið. Samstundis kemur eitt HR-blað út fýra ferðir um árið í samband við at limirnir hittast. Blaðið er partur av limagjaldinum. Myndin er forsíðan á fyrsta HR-blaðnum.

Gallup Føroyar nemur við HR-økið í samband við, at vit millum annað gera trivnaðarkanningar fyri fyritøkur og stovnar. Harumframt eru vit eisini farin í gongd við at gera kanningar um sosialan kapital. Sosaliur kaptialur er virðismikil vitan til fyritøkurnar um støðuna , har starvsfólkini verða spurd. Møguleiki er eisini at benchmarka í mun til aðrar fyritøkur í Føroyum og í Danmark.

HR-forumið kemur saman aftur í september. Møguleiki er at tekna seg sum lim í HR-foruminum ella fáa meira at vita við at venda sær til Gallup ágallup@gallup.fo









Gallup Føroyar

Tvørgøta 13
Post Box 3313
110 Tórshavn
tel. 00298 661 948
tel. 00298 222 885
tel. 00298 661 945
gallup@gallup.fo