Fá eitt gott innlit í viðurskiftini hjá føroysku brúkaranum, starvsfólkunum ella veljarum.

Kvantitativar kanningar

Gallup Føroyar ger ymiskar kanningar, bílagdar av einstaklingum, stovnum og fyritøkum. Vit gera til dømis:

- marknaðarkanningar

- trivnaðarkanningar

- meiningarkanningar

- nøgdsemiskanningar

- tørvskanningar og

- veljarakanningar

Talan kann vera um at kanna, hvat fólk halda um eina tænastu hjá einari fyritøku, hvussu nógv fólk roykja, hvussu trivnaðurin er á einum skúla ella fyritøku, um tað er ung ella tilkomin, ið lesa eitt ávíst blað og nógv annað.

Kvantitativar kanningar geva kunnleika um "hvussu nógv"; til dømis hvussu góð ella ring støðan er innan ávís evni. Tað er sostatt eitt gott amboð hjá leiðslum. Við hesum fært greiða vitan heldur enn gitan, sum gevur leiðsluna møguleika fyri at seta seg málrættaða inn.

Omnibus kanningar
Omnibus er latín og merkir "fyri øll". Tað vil siga, at øll/nógv kunnu fáa spurningar við í sama kanningarumfari. Talan kann vera um eina veljarakanning, eina kanning fyri ein peningastovn og eina kanning fyri Fólkaheilsuráðið, ið verða gjøgnumførdar í somu kanning. Gallup Føroyar ger Omnibus-kanningar 3-4 ferðir um árið.

Kvalitativar kanningar

Um tit ynskja at fáa kannað eitt evni, ið er ov abstrakt og víttfevnandi til, at spyrjast kann um tað umvegis telefon ella bræv, kann Gallup Føroyar skipa fyri Fokusbólkar. Tá verða 6-8 fólk sett saman í einum bólki, og við vegleiðing frá einum serkønum kjakleiðara verða tey biðin um at tosa um og viðgera júst tað evnið, sum skal kannast.

Um tit vilja í dýpdina við einum máli, so kunnu longri samrøður eisini gerast við einstaklingar um evnið.

 

 









Gallup Føroyar

Tvørgøta 13
Post Box 3313
110 Tórshavn
tel. 00298 661 948
tel. 00298 222 885
tel. 00298 661 945
gallup@gallup.fo