Samgongan varðveitir ein smalan meiriluta

Í tíðarskeiðnum 10. apríl til 2. mai 2017 gjørdi Gallup Føroyar eina veljarakanning, ið var umbiðin av Zakarias Wang. 541 tilvildarliga útvaldir svarpersónar, 15 ár og eldri, hava luttikið í kanningini. Tó hava einans teir 525, ið hava valrætt, svara júst hesum spurningum.   

Sambært kanningarúrslitunum ganga allir flokkar aftur undantikið Fólkaflokkurin (við 2,2%), Sambandsflokkurin (við 1,7%) og Miðflokkurin (við 0,6%). Størstu afturgongdina hava Sjálvstýri og Framsókn við ávíkavíst 1,8% og 1,5%.

Samstundis gevur kanningin tó ábendingar um, at tað ikki eru stórar flytingar í atkvøðunum. Hóast afturgongdina hjá flokkunum í samgonguni, so eru broytingar í tingsessum allar í andstøðu við at ein anstøðuflokkur missir til tveir andstøðuflokkar. Samanlagt fær andstøðan sostatt 16 tingsessir og samgongan 17 tingsessir og varðveitir hon harvið ein smalan meiriluta.

Sambært veljarakanningini fær Sjálvstýri 2,3% og fellir harvið fyri markinum á 3,03%. Hetta merkir sostatt, at Sjálvstýri, sambært kanningarúrslitunum, dettur burtur úr Løgtinginum. Havast skal tó í huga, at fyrivarni skal takast fyri einari ávísari óvissu í veljarakanningum. Um eitt nú 2% siga, at tey velja Sjálvstýri, so er óvissan +/- 1,2%. Sostatt kann talið hjá Sjálvstýri liggja millum 1,1% og 3,5% og harvið er ikki vist, at flokkurin fellir undir markið.  

Veljarakanningin hjá Gallup Føroyum setti somuleiðis sjóneykuna á áhugan fyri loysing og úrslitini geva ábendingar um, at áhugin fyri loysing er lítil. Spurd “Um fólkatingið avtekur fíggjarliga stuðulin til Føroyar, tekur tú tá undir við..?” svaraðu heili 61% av svarpersónunum, at tey vilja hava sama tilknýti til Danmark, sum nú hóast ríkisveitingin fellir burtur. Somuleiðis ynskir størsti partur av veljaraskarðanum hjá Sambandsflokkinum og Fólkaflokkinum hendan leistin heldur enn eitt nú, at Føroyar vórðu innlimaðar í Danmørk, um ríkisveitingin fall burtur.

Sum hin einasti veljaraskarðin, er ein meiriluti av Tjóveldisveljarum fyri loysing, um ríkisveitingin fall burtur.    








Gallup Føroyar

Tvørgøta 13
Post Box 3313
110 Tórshavn
tel. 00298 661 948
tel. 00298 222 885
tel. 00298 661 945
gallup@gallup.fo