Tiltak: Óvissan um veljarakanningar

Hóskvøldið, hin 9. februar 2017, skipaði áhugafelagið Samfelagið fyri tiltakinum “Óvissan um veljarakanningar”. Rógvi Olavson var orðstýrari á kvøldinum og saman við áhugaverdum fyrilestrahaldarum, varð sjóneykan sett á veljarakanningar, háttarlag og óvissu.

Umframt at vera orðstýrari, setti Rógvi Olavson eisini tiltakið við stuttari inngangsrøðu um týdningin av veljarakanningum, sum lut í fjølmiðlaheiminum og undir einum politiskum valstríði.

Laila Hentze, stjóri í Gallup Føroyum, fekk síðani orðið og greiddi frá teimum mannagongdum, háttarløgum, trúnaðarintervallum og politisku vektingum, ið mynda veljarakanningarnar hjá Gallup Føroyum. Eftir hesa framløgu, segði eitt umboð fyri felagið Lóðir, Heri Joensen, nøkur orð um umrøðuevnið. Í sínari framløgu varpaði hann ljós á tað trupla og viðbreðkna við at arbeiða við veljarakanningum og vísti á, at felagið av hesi grund ikki ger eins nógvar veljarakanningar nú, sum áður.

Næstur á skránni var støddfrøðiligi búskaparfrøðingurin, Flóvin Eidesgaard. Við sínari framløgu legði hann út við at greiða frá sínum egnu frásøgnum um amerikanska forsetavalið og endaði við áskoðum um styrkir og veikleikar við samansettum veljarakanningum.

Síðstur av fyrilestrahaldarunum var hagfrøðingurin Jón Joensen, og gagnnýtti hann løtuna við at greiða frá marginalunum undir einari veljarakanning. Harumframt greinaði hann út, hví veljarakanningar tíðum kunna tykjast ymiskar og hví tær vísa júst tað, sum tær gera.

Eftir framløgurnar fingu áhoyrarar høvi at seta spurningar og hesin møguleiki legði lunnar undir einum áhugaverdum kjaki partarnar ímillum. Millum annað varð kjakast um týdningin av fjølmiðlagreinan, óvissu, spurningum og umstøðum í samband við veljarakanningar.    

 Áleið 60-70 áhoyrarir tóku lut á tiltakinum, ið var alment og ókeypis.   


Tikið myndina hevur: Anna Katrin Matras








Gallup Føroyar

Tvørgøta 13
Post Box 3313
110 Tórshavn
tel. 00298 661 948
tel. 00298 222 885
tel. 00298 661 945
gallup@gallup.fo