Vevmátingarlistin gevst

Gallup Føroyar hevur avgjørt at gevast við at dagføra Vevmátingarlistan, sum í mong ár hevur verið gjørdur í samstarvi við íslendska veitaran Modernus. 

Orsøkin er, at fleiri ókeypis mátingarskipanir eru á marknaðinum, og at fyritøkur og stovnar eisini brúka aðrar talgildar platformar. Hetta hevur verið við til at taka fíggjarliga grundarlagið undir Vevmátingarlistanum burtur. 

Vevmátingarlistin var ein av tryggastu skipanunum við góðum eftirliti við vitjanum á heimasíðunum. Hetta harmar okkum í Gallup Føroyum, tí við hesum fara upplýsingar, sum lýsa søguligu gongdina hjá nógvum føroyskum heimasíðum, fyri skeyti.








Gallup Føroyar

Tvørgøta 13
Post Box 3313
110 Tórshavn
tel. 00298 661 948
tel. 00298 222 885
tel. 00298 661 945
gallup@gallup.fo