Omnibus-kanningar hvørt kvartal

Hevur tú tørv á at kanna eitthvørt? Til ber hjá øllum at keypa sær pláss í Omnibus-kanningunum (omnibus merkir øll). Gallup Føroyar ger eina slíka kanning hvørt kvartal, har fleiri kundar eru í einari kanning, men eingin sær úrslitini hjá hinum. Um ein fyritøka, ein stovnur, ein persónur hevur brúk fyri at spyrja ein ella fleiri spurningar, so ber til at senda fyrispurning til laila@gallup.fo og bíleggja pláss.

Omnibus-kanningarnar verða gjørdar í februar, apríl, august og november hvørt ár.

Annars ber eisini til at bíleggja pláss aðrar tíðir í árinum, um ein hevur tørv á at spyrja enn fleiri  spurningar og sostatt eiga alla kanningina. Gallup Føroyar almannakunger ikki úrslitini av kanningunum uttan so, at kundin fyrst hevur almannakunngjørt úrslitini.

Tað er betri at vita heldur enn gita. 








Gallup Føroyar

Tvørgøta 13
Post Box 3313
110 Tórshavn
tel. 00298 661 948
tel. 00298 222 885
tel. 00298 661 945
gallup@gallup.fo