Tær bestu lýsingarnar kosnar

Á ársveitsluni hjá Felagnum Føroysk Marknaðarfólk, ið er áhugafelag fyri fólk, ið arbeiða innan marknaðarføring í Føroyum, vóru bestu lýsingar 2017-2018 í Føroyum kosnar fríggjakvøldið 16. november 2018. Frammanundan hevði almenningurin møguleika at atkvøða á Facebook og út við 800 fólk luttóku í atkvøðugreiðsluni. Talan var um fýra ymiskar virðislønir, sum føroyski brúkarin hevði møguleika at atkvøða um. Harumframt varð eisini latið eitt herðaklapp frá nevndini fyri slóðbrótandi arbeiði innan føroyska marknaðarføring. 

Í kappingarbólkinum “Ársins statiska lýsing” gjørdist lýsingin hjá bryggjarínum Okkara vinnarin. Hesin bólkur fevnir um prentlýsingar, uttandura lýsingar, skelti, prentlutir, statiskt tilfar til sosialar miðlar og líknandi. Okkara vann við einum faldara við einari vakrari mynd úr føroysku náttúruni (Drangarnir). Okkara vann sannførandi á lýsingunum frá hinum tilnevndu í bólkinum, sum vóru Fróðskaparsetrið, Amnesty International Føroyadeild, Fólkaheilsuráðið, Betri og Bank Nordik.

Best livandi lýsing

Í harðari kapping við hini tilnevndu, gjørdist Betri vinnarin í kappingarbólkinum “Ársins dynamiska lýsing”. Hetta fevnir um livandi lýsingar í sjónvarpi, biografi, interneti og líknandi. Betri vann við lýsingarfilminum “#Betriumhvørvi”, tá Marianna og Sarah fjakkaðu fyri fløskupengar. Hini tilnevndu í hesum bólki vóru Atlantic Airways, Bakkafrost, Føroya Tele, Marine Harvest, Gestus, MBM og Smyril Line. 

Í lýsingarbólkinum “Ársins sosiala lýsing ella átak” gjørdist Føroya Tele vinnarin við lýsingini “Versumheima” – Fanga løtuna. Føroya Tele var í harðari kapping við Atlantic Airways og Hey um fyrsta plássið.

Visit Faroe Islands á fjórða sinni

Tá ársins besta marknðarátak skuldi finnast, var kappingin hørð millum tvey at teimum tilnevndu. Tá avtornaði, vann Visit Faroe Islands flestar atkvøður við átakainum Faroese Translate. Lýsingarátakið eydnaðist sera væl og nógvir føroyingar tóku væl undir við hesum átaki, tá tey brúktu tíð til at umseta setningar frá útlendingum til føroyskt – ein livandi orðabók sum ein pendant til Google Translate.

Nevndin í FFM hevur á hvørjum ári latið eina serliga virðisløn til eina føroyskan lýsara, fyritøku, persón ella stovn, sum nevndi metir hevur gjørt eitt serstakt arbeiði innan marknaðarføring í farna tíðarskeiðnum. Nevndin avgjørdi hesaferð at lata monnunum handan handilin Útilív ársins herðaklapp, sum dugir sera væl at marknaðarføra seg á netinum. Harafturat eru teir framsøknir, seta ting í gongd og skipa fyri serligum og annarleiðis tiltøkum í Føroyum, millum annað skateboardskúla og ekstrem maraton, sum eisini lokkar fleiri og fleiri útlendingar til Føroya.








Gallup Føroyar

Tvørgøta 13
Post Box 3313
110 Tórshavn
tel. 00298 661 948
tel. 00298 222 885
tel. 00298 661 945
gallup@gallup.fo