Lutfalsliga lítil partur tekur undir við uppskotinum um eina fiskivinnunýskipan

Gallup Føroyar gjørdi fyri stuttum eina kanning vegna Vága Portalin um millum annað fiskivinnu-uppskotið hjá samgonguni. 541 tilvildarliga útvaldir respondentar, sum allir eru 15 ár og eldri, hava tikið lut í kanningini. Tó hava einans teir 525 respondentarnir, sum hava valrætt, svarað hesum spurningunum um fiskivinnu-uppskotið.

Spurt varð millum annað í kanningini, um tey spurdu taka undir við fiskivinnu-uppskotinum hjá samgonguni soleiðis, sum tað fyriliggur. Nevnast skal, at hesin spurningur varð settur, áðrenn samgongan kom við seinasta semingsuppskotinum.

Kanningin vísir á, at 40% av øllum teimum spurdu í kanningini siga seg ikki taka undir við fiskivinnu-uppskotinum hjá samgonguni, meðan 21% taka undir við uppskotinum. Haraftrat siga 25% seg ikki kenna uppskotið umframt, at 14% ikki siga seg vita.

Somuleiðis vísa kanningarúrslitini, at eins nógvir respondentar í Suðurstreymoy eru fyri og ímóti fiskivinnu-uppskotinum hjá samgonguni, soleiðis sum tað fyriliggur. Haraftrat siga heili 30% seg ikki kenna uppskotið, meðan 17% ikki vita. Við 56% umboða Norðoyggjar størsta partin av teimum, ið eru ímóti fiskivinnu-uppskotinum um eina nýskipan. Einans 11% av norðingum eru fyri uppskotinum, meðan 16% siga seg ikki kenna uppskotið soleiðis, sum tað fyriliggur.   

Skerpa vit ljós á politiskar veljaraskarar er eyðsæð, at flestir veljarar hjá Fólkaflokkinum og Sambandsflokkinum ikki taka undir við fiskivinnu-uppskotinum hjá samgonguni. Í hesum veljaraskara eru ávíkavíst 67% og 63% ímóti uppskotinum. Harumframt siga 52% av veljarunum hjá Miðflokkinum seg somuleiðis vera ímóti fiskivinnu-uppskotinum, soleiðis sum tað fyriliggur.

Á hinum vonginum siga heili 60% av veljaranunum hjá Sjálvstýri og 43% av veljarunum hjá Tjóðveldi seg taka undir við fiskivinnu-uppskotinum hjá samgonguni. Tað eru somuleiðis fleiri veljarir hjá Framsókn, ið eru fyri heldur enn ímóti fiskivinnu-uppskotinum. Tó siga heili 41% í hesum síðstnevnda veljaraskara, at tey ikki kenna uppskotið, soleiðis sum tað fyriliggur.

Í veljarskaranum hjá Javnaðarflokkinum eru 32%,  ið eru fyri fiskivinnu-uppskotinum samanborið við tey 20%, ið eru ímóti. Tó svara somuleiðis 32% av javnaðarveljarunum, at tey ikki kenna fiskivinnu-uppskotið hjá samgonguni, soleiðis sum tað fyriliggur.  








Gallup Føroyar

Tvørgøta 13
Post Box 3313
110 Tórshavn
tel. 00298 661 948
tel. 00298 222 885
tel. 00298 661 945
gallup@gallup.fo