Um Gallup Føroyar

Gallup Føroyar
Gallup Føroyar varð sett á stovn Flaggdagin 25. apríl 2002, og samstundis varð fyrsta Gallupkanningin gjørd. Síðan tá eru áleið 300 kanningar gjørdar og meira enn 150.000 interview.

Gallup og kundin
Vit bjóða okkum fram at gera øll sløg av kanningum, fyri vinnulívið, eins væl og fyri skúlar, stovnar og einstaklingar. (Sí dømir undir "Kanningar")

Við einum kanningarúrsliti í hondini hava tit eitt hent amboð til at leggja virksemið málrættað til rættis á teimum økjum, sum hava størst týdning.

Kanningar eru íløgur. Tað er vitan, ið ger tað greitt hvørji øki rigga væl, og hvar neyðugt er at seta inn.

Gallup og brúkarin
Tann føroyski brúkarin fær eisini okkurt burtur úr at luttaka í kanningunum. Hann sleppur at koma fram við sínari áskoðan, og fær her við møguleikan at ávirka tænastuna, vørugóðskuna ella hvat tað nú er, ið kanningin snýr seg um.

Anonymitetur
Gallup Føroyar leggur stóran dent á at tann, ið svarar spurningunum í einari kanning, er ónevndur. Viðkomandi kann trygt svara øllum spurningum uttan at hugsa um nakrar avleiðingar av nøkrum slagi!

 









Gallup Føroyar

Tvørgøta 13
Post Box 3313
110 Tórshavn
tel. 00298 661 948
tel. 00298 222 885
tel. 00298 661 945
gallup@gallup.fo