Veljarakanning í november: Samgongan varveitir meirilutan

Sambært nýggjara veljarakanning, sum Gallup Føroyar hevur gjørt fyri Zakarias Vang í tíðarskeiðnum 8. - 19. november 2016, varveitir samgongan meirlutan. Framsókn fær ein sess afturat, so teir høvdu fingið 3 sessir, meðan Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi varveita sínar ávíkavist 8 og 7 sessir. Hóast afturgond, er Javnaðarflokkurin framvegis størsti flokkur við 23,5% av atkvøðunum.

Miðflokkurin og Nýtt Sjálvstýri missa hvør sín sess, so teir høvdu fingi 1 sess í part, meðan Sambandsflokkurin fær ein sess afturat teimum 6 og fær sostatt 7 sessir. Fólkaflokkurin varveitir sínar 6 sessir.

521 respondentar eldri enn 15 ár hava luttikið í kanningini. Tey, sum eru yngri enn 18 ár eru skrásett undir "hava ikki valrætt" og eru tí ikki við í uppgerðini yvir floksbýti.


Veljakanning nov 16_heimasidan.pdf  








Gallup Føroyar

Tvørgøta 13
Post Box 3313
110 Tórshavn
tel. 00298 661 948
tel. 00298 222 885
tel. 00298 661 945
gallup@gallup.fo