Vevmátingarlistin

Ofta settir spurningar:

Hvat merkir "brúkari"?
Ein brúkari, sum vitjar eina heimasíðu, verður bara taldur við eina ferð um vikuna. Kemur hann aftur, so verður hann taldur sum ein vitjan (sí niðanfyri).

Hvat merkir "vitjanir"
"Vitjanir" (Sessions á enskum) kann samanberast við, tá ið fólk vitja onnur fólk. Tað vil siga, hvussu nógvar vitjanir hava verið á heimasíðuni. Hetta er ikki tað sama sum "brúkarar", tí sami brúkari kann vitja fleiri ferðir. Sambandið ímillum brúkaran og heimasíðuna verður skrásett sum ein vitjan, ið fær eitt nummar, sum ikki kann brúkast umaftur.

Hvat merkir "sýndar síður"?
"Sýndar síður" (Page Impressions á enskum) kann samanberast við at lesa í eini bók. Ein sýnd síða er hvørt einstakt samband ímillum kagan (brovsaran) og ambætaran (servaran). Ein sýnd síða verður ikki, skrásett fyrr enn kagin (brovsarin) finnur síðuna, og hon er tikin niður. Í mótsetning til log-file vevmátarar kann Vevmátarin hjá Gallup Føroyar máta síður, hóast tær eru goymdar í minninum hjá kaganum (brovsaranum) ella í proxy-servaranum. Hetta gevur meira haldgóð tøl.

Kann Vevmátarin minka um ferðina á mínari heimasíðu?
Nei! Av tí at ambætarnir (servararnir) hjá Vevmátaranum liggja í Íslandi, og Føroyar og Ísland bæði eru við í FarIce kaðalinum, so er sambandið ímillum londini líka gott og skjótt, sum tað er innanhýsis. Vevmátarin tarnar tí ikki ferðini, tá ið ein heimasíða verður niðurtikin á alnetinum.










Gallup Føroyar

Tvørgøta 13
Post Box 3313
110 Tórshavn
tel. 00298 661 948
tel. 00298 222 885
tel. 00298 661 945
gallup@gallup.fo