23 heimasíður meira enn 1.000 brúkarar um vikuna.

Tað eru 23 heimasíður á vevmátingarlistanum sum hava meira enn 1.000 brúkarar í viku 19/2008.

 

televarp.fo hevði egið met í viku 19/2008.� Um tað er Premier Leauge sum hevur havt stóran áhuga á televarp.fo ella annað er ilt at meta um. Men áhugin hevur í øllum førum veri met stórur.

 

Tað sær út sum at góða veðrið, sum hevur verið, ávirkar føroysku heimasíðurnar. Stóru síðurnar sum olivant.fo hava eina lítla minking í tali av brúkarum í mun til fyrr í ár. Tó er talið av brúkarum hjá� olivant.fo heili 7.000 fleiri enn somu tíð í fjør.

 

Tað eru nú 72 heimasíður við á vevmátingarlistanum.