28. august: Content marketing

Felagið føroysk marknaðarfólk fær vitjan av stjóranum í Brandmovers í Danmark, Jesper Laursen á Marknaðartorginum 28. august kl. 10 – 12. Brandmovers hjálpir øðrum fyritøkum at menna strategiir og konseptir og hevur serligar kompetensur innan content marketing. Content marketing er um at skapa og deila virðismikið og viðkomandi innihald fyri at tiltrekkja nýggja kundar og gera verandi kundar til trúgvar kundar, sum halda áfram at keypa tínar vørur.  

Dømi um content marketing eru nýggju filmarnir hjá Miklagarði í SMS. Regin Dalsgarð, ráðgevi hjá SMS, luttekur eisini í hesum sambandi á Marknaðartorginum 28. august í hølunum hjá Gallup Føroyum. Nýggir limir eru vælkomnir við at venda sær til Lailu Hentze, samskipara á laila@gallup.fo.