Aftur nógv nýggj met.

Seinastu vikuna vóru aftur nógv nýggj met sett. olivant.fo tekur aftur egin met, bæði í brúkarum og vitjanum. nummar.fo á sama hátt. dimma.fo dagførir síðuna oftari, og hevur eisini fingið nýtt snig. Tað gevur nýtt met, bæði í brúkarum og vitjanum fyri dimma.fo. 123.fo tekur egið met í vitjanum, og vinnuvitan.fo tekur egið met í brúkarum.

 

Tá talan er um síður, sum hava havt stóra framgongd, so eru síður sum styrheim.com hotelforoyar.fo kassi.fo og blakross.fo sum hava havt stóra framgongd í prosentum.

 

Tá tala er um síður við mest sýndum síðum, so er olivant.fo ovast, ilogur.com á 2. plássi, nym.fo á 3. plássi og dimma.fo á 4. plássi.� �