
23/11/2020
Arbeiðsfjøldarkanningin í november 2020
Gallup Føroyar ger í døgunum 23. – 28. november 2020 árligu arbeiðsmarknaðarkanningina vegna Hagstovu Føroya. Vit ringja millum kl. 10.00 og 20.00 hesa vikuna og spyrja 1.000 fólk, um tey vóru til arbeiðis í síðstu viku fyri at finna fram til, hvussu stórur prosentpartur av fólkunum í Føroyum er partur av arbeiðsfjøldini. Tey, sum til dømis eru arbeiðsleys, men hava søkt arbeiði í síðstu viku ella eru í farloyvi, eru eisini partur av arbeiðsfjøldini. Hetta er ein altjóða kanning. Til ber at lesa meira um hesa kanning á hagstova.fo