Ask.fo ger um seg

Í farnu viku vóru fyrilestrar hildnir fyri miðnámsskúlanæmingum. Siglt varð við Smyrli til Suðuroyar og aftur til Havnar. Undir túrinum vóru m.a. fólk frá Føroyum, Danmark, Skotlandi og Fraklandi og greiddu frá um ymiskar útbúgvingar. Seinni vóru somu fólkini í Handilsskúlanum í Havn og tosaði við lestraráhugaði fólk. Tað er ask.fo, altjóða skrivstovan í Føroyum, sum samskipaðið tiltakið. Av hesari orsøk tók ask.fo egið met á øllum økjum. Ask.fo hevði eina framgongd uppá 234,4%.

Men teir høvdu ikki størstu framgongdina hesa vikuna. Hondbóltskappingin byrjaði nevniliga nú í vikuskiftinum, sum allarhelst hevur havt við sær, at kyndil.fo hevði sína yvirstóru framgongd uppá 409,4% í brúkarum.

Aðrar síður, sum hava tikið egið met eru bkv.fo, jardfeingi.fo og kvinna.fo, sum tók egið met í sýndum síðum.