
04/04/2017
Atlantic Airways, Á-handlarnir, BankNordik, Etika og VisitFaroeIslands eiga bestu lýsingar
Á ársveitsluni hjá Felagnum Føroysk Marknaðarfólk, ið er
áhugafelag fyri fólk, ið arbeiða innan marknaðarføring í Føroyum, vóru ársins
bestu lýsingar í Føroyum kosnar fríggjakvøldið, 31. mars. Talan var um fýra
ymiskar virðislønir, sum føroyski brúkarin hevði møguleika at atkvøða um.
Harumframt fingu Á-handlarnir ársins herðaklapp frá nevndini fyri slóðbrótandi
arbeiði innan føroyska marknaðarføring.
Tølandi Atlantic Airways vann
Við harðari kapping frá øðrum tilnevndum,
gjørdist Atlantic Airways vinnarin í kappingarbólkinum “Ársins statiska
lýsing”. Hetta fevnir um prentlýsingar, uttandura lýsingar, skelti,
prentlutir, plakatir, statiskt tilfar til sosialar miðlar og líknandi. Atlantic
Airways vann við eini tølandi internetlýsing, ið spyr brúkaran: “Kilt tú við
til Endinburgh?”.
Etika vann bestu livandi lýsing
Í kappingarbólkinum “Ársins dynamiska lýsing”,
sum fevnir um livandi lýsingar í sjónvarpi, biografi, interneti og líknandi,
gjørdist vinnarin Etika. Matstovan vann við sjónvarpslýsingini “Grøna
gávan”. Etika vann heiðurin í harðari kapping við m.a. aðrar matstovur í Gist
& Vist samtakinum.
BankNordik lat gávu og vann virðisløn
Í lýsingarbólkinum “Ársins sosiala tiltak ella
sosial lýsing” gjørdist vinnarin BankNordik fyri at lata BankNordik-savnið sum
gávu til serligan listagrunn. Hetta fekk nógva jaliga umtalu í miðliunum og
millum fólk, og PR virðið varð tí stórt fyri bankan, og nú eisini heiðurin fyri
besta tiltak.
VisitFaroeIslands vann á triðja sinni
Tá ársins besta marknaðarátak skuldi finnast, var
kappingin ikki eins hørð sum í øðrum lýsingarbólkum. Meira enn helvtin av atkvøðunum
fóru til SheepView átakið hjá Atlantic Airways og VisitFaroeIslands. Hetta er triðju
ferð, at VisitFaroeIslands vinnur henda bólkin. SheepView hevur longu fingið
stóra altjóða viðurkenning og vunnið hópin av altjóða virðislønum. Tí var tað
kanska ikki óvæntað, at marknaðarátakið eisini er valt, sum ársins besta í
Føroyum.
Herðaklapp til Á-handlarnar
Nevndin í FFM hevur á hvørjum ári latið eina
serliga virðisløn til ein føroyskan lýsara, fyritøku, persón ella stovn, sum
nevndin metir hevur gjørt eitt serstakt arbeiði innan marknaðarføring í farna
árinum. Nevndin avgjørdi hesaferð at lata ársins herðaklapp til Á-handlarnar
fyri at hava gingið á odda at steðga matoyðsli í Føroyum. Handlarnir fáa
heiðurin fyri at taka samfelags atlit og ábyrgd við at stimbra undir eini
hugburðsbroyting um matoyðsl. Hetta er samstundis ein handilsfyritøka, ið er
farin frá ”Keyp 3 fyri prísin av 2” príspolitikkin til heldur at geva øllum
kundum møguleika at fáa lut í góðum tilboðum – líkamikið hvussu stórur
innkeypstørvurin er. Handilsfyritøkan var eisini millum tær fyrstu, ið byrjaðu
at seta prísin niður á vørum, ið skjótt ganga út, eins og tey bjóða ókeypis
frukt til barnsligar kundar og annars vísa serligt atlit fyri teimum veikastu
brúkarunum í samfelagnum.
Fleiri enn túsund Facebook brúkarar valdu at
atkvøða í ársins kapping um bestu marknaðarføringina í Føroyum.