Betri.fo hevur støðuga framgongd

Vika 48 varð, eins og vika 47, ávirkað av nógvum reyðum tølum – kanska ov nógvum. Men hóast hetta, vóru tað nakrar síður, sum høvdu sólaðu sær í kalda novembur mánaði. Í síðstu viku høvdu nevniliga 4 síður yvir 100% framgongd á økjum í mun til í viku 47. Talan er her um gartnari.com, trade.fo, simprentis.com og betri.fo.

 

Sum flestum kunnugt, er betri.fo ein síða hjá Tryggingarfelagnum Føroyar. Lýsingarherferðin hjá Betri Pensjón er allarhelst orsøkin til støðugu framgongdina hjá betri.fo tær seinastu vikurnar. Betri.fo hevði 185,3% framgongd í sýndum síðum í viku 48.

 

Aðrar síður, sum høvdu eina framgongd í sýnum síðum, eru: trade.fo, sum hevði eina framgongd uppá 143,6%, simprentis.com, sum hevði eina framgongd uppá 147,5% og minni kenda síðan gartnari.com, sum hevði yvir 200% framgongd á næstan øllum økjum. Vakra og einkla síðan gartnari.com flutti seg frá einum 72. plássi í viku 47 á eitt 68. pláss í síðstu viku.

 

(Myndina eigur www.betri.fo