Blá tøl á vevmátingarlistanum í viku 15/2007.

Eftir stillu viku, ella dymildagaviku, er lív aftur á vevmátingarlistanum. Prosent økingar eru ikki so ógvusligar, sum tær onkuntíð hava verið. ahr.fo hevur øking uppá 81,2%, blakross.fo 53,6%, hagstova.fo 52,7% í tali av brúkarum.

 

Í prosent øking í vitjanum hevur ahr.fo øking við 81,2%, hagstova.fo við 52,7%, starv.fo við 31,6% og hfs.fo við 19,2%. Tá talan er um sýndar síður, so hevur vfg.fo størst øking við 124,5%, ahr.fo við 104,3%, hagstova.fo við 97,6% og starv.fo við 62,6%.

 

Við at trýsta á hagtølini á vevmátingarlistanum, koma hagtøl fram fyri ymisku heimasíðurnar. Tað er áhugavert at síggja gongdina hjá ymisku heimasíðunum. Hesa hava eina rættuliga áhugaverda kurvu, tá talan er um brúkarar:

 

uf.fo sum er nr 5 á vevmátingarlistanum eftir brúkarum, dimma.fo sum er nr 7 á listanum, vikublad.fo sum er nr 8 á listanum. vikublad.fo hevði annars egið met í farnu viku – viku 15/2007.

 

synergi.fo hevur hægst innlendis lutfall við 29,8%, og styrheim.com lægst við 1,5%.

 

AME hevur verið í vikuskiftinum og AME hevur eisini egna heimasíðu ame.fo. Hetta er sjálvsagt ein heimasíða, sum skuldi verið við á tónleikalistanum, men har eru bert eivor.com og planet.fo júst nú, tað mugu vit fara at gera nakað við.

 

Vit hava lænt eina mynd av Eivør av hennara heimasíðu. Vónandi er tað í lagi.