Brandur fekk 7. plássið í svensku Grand Prix-kappingini

Brandur Enni gjørdist nr. 7 í undankappingini til Melodifestivalen í Göteborg. Christer Sjögren við einum alternativum evropeiskum tjóðsangi ”I love Europe” og Amy Diamond við ”Thank You” fóru beinleiðis víðari til finaluna. Soleiðis skrivar planet.fo, sum tók egið met við 19.419 brúkarum í viku 06/2008. planet.fo tekur 2. pláss frá uf.fo. Grand Prix-kappingin ella Melodifestivalen gjørdi óivað sítt til metið hjá planet.fo 

 

sportal.fo fer við 3. plássi á vevmátingarlistanum. Steypakappingin í handbólti leygardagin, er óivað ein orsøk til góðu gongdina hjá sportal.fo

 

dimma.fo er á 6. plássi og tekur egið met, bæði við vitjanum og sýndum síðum. Í viku 06/2007 hevði dimma.fo 82.530 sýndar síður. Í viku 06/2008 hevði dimma.fo 193.547 sýndar síður. Rættuliga stór framgongd.

 

nordlysid.fo tekur eisini egið met í brúkarum. Stjørnan vann steypakappingina leygardagin ímóti Kyndli og tað hevur óivað stóran áhuga á nordlysid.fo eins og mangt annað frá farnu viku.

 

bil.fo hevur fingið nýggja heimasíðu. Tað skal sjálvsagt eisini markerast, og tað ger bil.fo við at taka egið met á øllum økjum. Við brúkarum, vitjanum og sýndum síðum.

 

29 heimasíður hava meira enn 1.000 brúkarar í viku 06/2008.

 

Kyndil vann manssteypafinaluna ímóti S.t.í.f. Tað var ikki nokk til at geva kyndil.fo nøkur met, men tó gjørdi tað mun.

 

nordfra.fo tók egið met, bæði við brúkarum og vitjanum.

 

Tað hendir nakað á vevmátingarlistanum og á føroysku heimasíðunum.