Buldur og brak á vevmátingarlistanum.

Tað er við fullari ferð á føroyska vevmátingarlistanum. olivant.fo tekur aftur nýggj met, og hevði 46.881 brúkarar í viku 35/2007. vikublad.fo tekur egið met í vitjanum, og er nú heilt uppi á 35.775 vitjanum í einari viku. Hvør brúkari kemur gott 5 ferðir inn á vikublad.fo í einari viku.

 

Við eini framgongd uppá 389,4% hevur ung.fo verðuliga fingið gongd á. 123.fo hevur støðuga framgongd, og hevði 2.638 brúkarar í farnu viku. kall.fo og ft.fo liggja nú� á 16. og 17. plássi, lið um lið.� ras2.fo fekk nógva umtalu í farnu viku og kom uppá 1.059 brúkarar.

 

olivant.fo heldur 4. pláss á North Altantic List, bæði um listin verður býttur eftir vitjanum og sýndum síðum. Við øðrum orðum, tað er ein føroysk heimasíða á 4. plássi á North Altantic List, býttur á vitjanir, ella sýndar síður. vikublad.fo er nú á 23. plássi á North Atlantic List fyri vitjanir.

 

ung.fo ask.fo eivor.com hagstova.fo og skipalistin.fo liggja á TOP 5 listanum fyri størst framgongd í brúkarum.