byin.fo heilt upp á 6. pláss í viku 07/2007.

byin.fo hevur veruliga tikið dik á seg á vevmátingarlistanum og er í dag, føstulávintsmánadag 10. februar 2007 heilt uppi á 6. plássi við 6.622 brúkarum, 12.932 vitjanum og ikki minni enn 45.158 sýndurm síðum. Hvat júst er so áhugavert við byin.fo er ilt at vita. Kanska ”sprundið hesa vikuna”? Kanska sprundið í farnu viku var nakað serligt? Ella er tað ”myndasavnið” sum er so áhugavert? Tey sum hava verið í býnum í vikuni forvitnast møguliga eftir myndum av teimum sjálvum og vinfólki, ella møguliga foreldur vita hvat børn teirra takast við, eins og gummur og gubbar v.m. Kanska Holgar og Villmenn, Gunnar Mikkelsen, sum vann Stjerne for en Aften í 2004, All That Rain ella Rednex, Dj-Switch? Myndirnar av ”Hummer Limo” eru eisini áhugaverdar. Tað er ikki á hvørjum degi at ein Hummer kemur til landið.

 

byin.fo hevði størst framgongd við 70,6 %, tá talan er um brúkarar og mj.fo næst við 65,2 %. Kanska tað er onkur føðingardagur sum gjørdi mj.fo so áhugaverda, í farnu viku.

 

simprentis.com hevði størst øking í prosentum, tá talan er um sýndar síður við heili 110,3% og hevði 10.300 sýndar síður.

 

bio.fo hevur sum so oftani áður hægst innlendis lutfall við 92,8% og styrheim.com lægst við 6,1% ella styrheim.com hevur størst export úr Føroyum á vevinum. eivor.com á 2. plássi og bitland.fo á 3. plássi, tá talan er um export úr Føroyum ella brúkarar uttanfyri Føroyar.

 

Føstulávintsmánadagur er, og tí langt vikuskiftið, sum oftani hevur negativa ávirkan á nýtsluna av føroysku heimasíðunum. Tað sást eisini aftur í tølunum, tá fleiri heimasíður hava minking í farnu viku. Tó hava allar síðurnar á vevmátingarlistanum frá nr 5. til 10. øking. uf.fo byin.fo nordlysid.fo dimma.fo vikublad.fo kvinna.fo. kvinna.fo tekur egið met á øllum økjum, bæði innan brúkarar, vitjanir og sýndar síður. Kanska er tað øll umtalan frá 8. mars tiltakinum, sum hevur givið allan áhugan. ”Onki er so ringt, at tað ikki er gott fyri okkurt”, verður sagt.

 

nordlysid.fo tekur enn einaferð egið met, og er nú heilt uppi á 6.620 brúkarum, so nordlysid.fo ætlar neyvan at góðtaka, at byin.fo er farin framum, hóast byin.fo bert hevur 2 brúkarar fleiri í viku 07/2007. uf.fo tekur eisini egið met við 8.133 brúkarum.

 

123.fo hevur ógvuliga støðuga framgongd tá talan eru um vitjanir, so teirra brúkarar koma oftari og oftari inn á síðuna. Í farnu viku hevði 123.fo 10217 vitjanir, ella hvør brúkari var inni á síðuni 3,6 ferðirnar í meðal.

 

Hóast minking, so hevur eitt nú olivant.fo 41.490 brúkarar, tað er ein øking uppá 9.865 brúkarar frá viku 07/2006, tá olivant.fo hevði 31.625 brúkarar. Mong høvdu verið glað við, at átt heimasíðu við knapt 10.000 brúkarum, sum økingin er hjá olivant.fo eftir einum ári.

 

(Trýst á tølini aftanfyri olivant.fo, og fá hagtølini fram).  

 

Vevmátingarlistin hevur longu nú nógv søgulig tøl at vísa.