byin.fo kjak.fo og bil.fo allar nýggjar á vevmátingarlistanum í viku 05/2007.

Áhugin fyri tøkni á vevinum er stórur í hesum døgum, og tá talan er um nýtslu av ymisku heimasíðunum, so gevur vevmátingarlistin ábending um hvat hendir.

 

Áhugin fyri listanum� økist og tað koma fleiri av stóru síðunum við á vevmátingarlistan. Nýggjar í viku 05/2007 eru byin.fo kjak.fo og bil.fo sum koma inn á 11. 17. og 19. pláss á vevmátingarlistanum.

 

Tað eru oftani stórar prosent broytingar hjá ymisku síðunum. blakross.fo hevði øking við 492,3% styrheim.com við 327,4% tá talan er um brúkarar. styrheim.com hevur størst øking í vitjanum við 339,5% og í sýndum síðum við 251,6% og tekur egið met á øllum frontum.

 

bio.fo hevur størst innlendis lutfall við 93,5% og faroenature.net minst við 12,2%. Økti áhugin fyri styrheim.com er nokk úr Føroyum, tá tann síðan vanliga hevur langt flest brúkarar uttanlands, men hevur 59,4% av teirra brúkarum úr Føroyum í farnu viku.

 

Tað eru vanliga nógv met á listanum og soleiðis er onki undantak í farnu viku. kvinna.fo tekur egið met við brúkarum, vitjanum og sýndum síðum. knassi.fo sum hevur fingið nógva umtalu í fjølmiðlunum hevur eina vakra gongd í løtuni í hagtølunum fyri teirra heimasíðu. nr.fo tekur egið met aftur í viku 05/2007 bæði við brúkarum og vitjanum. vinnuvitan.fo hevur eisini eitt diagram, sum sær rættuliga gott út, tá talan er um nýtslu av teirra heimasíðu. hagstova.fo tekur egið met bæði við brúkarum og vitjanum. Gongdin hjá� vikublad.fo er sera góð og grafurin sær rættuliga góður út.

 

olivant.fo er nummar 6. á North Atlantic List bæði eftir vitjanum og sýndum síðum.

 

www.nym.fo hevur annars lagt okkum undir at hava ov keðilig tíðindi á okkara heimasíðu, men tað mugu vit so fara at gera nakað við. Tey eru at geispa av, siga teir.