Content marketing

Tað var fyrstu ferð, at Jesper Laursen, stjóri í Brand Movers, vitjaði Føroyar. Hann var sera væl nøgdur við ferðina og var hugtikin av vøkru náttúruni, tá hann var eina útferð, dagin fyri hann skuldi halda fyrilestur fyri Felagnum føroysk marknaðarfólk um Content Marketing.

Jesper vísti í fyrilestrinum millum annað á, hvussu umráðandi tað er hjá fyritøkum at gera sær greitt, hvat tey vilja við content marketing og týdningin at hava eina strategi fyri content marketing. 86% av donskum fyritøkum brúka content marketing. Tó er tað bert ein út av trimum fyritøkum, sum hava gjørt sær eina strategi á hesum økinum og tað ávirkar, hvussu væl content marketing eyðnast. Hetta vísir ein kanning, sum Brand Movers hevði gjørt í Danmark vár.