Dysturin leygardagin varð avgerandi fyri football.fo

Vika 41 varð nógv ávirkað av kjakinum um nýggjan flogvøll, nýggju Rás 2 í Miðlahúsinum og ikki minst landsdystinum leygardagin.

Hóast úrslitið ikki varð tað besta, føroyingar hava staðið eftir við á Tórsvølli, vakti ein tílíkur dystur, sum vant, stóran áhuga. Football.fo hevði bara framgongd í síðstu viku; brúkaratølini fóru 87,1% upp meðan síðan hevði 75,4 % framgongd í sýndum síðum og heili 101,2% framgongd í vitjanum, sum er nýtt met hjá football.fo. Dysturin leygardagin hálaði football.fo trý pláss uppá 11. pláss á føroyska vevmátingarlistanum og heilt uppá 2. pláss á Ítrottarlistanum.

Franska landsliðið fór av landinum aftur við leiguflogfari sunnumorgunin, men tað er neyvan orsøkin til framgongdina hjá floghavn.fo. Kjaki um nýggjan flogvøll hevur elvt til stóra framgongd hjá floghavn.fo. Sìðan tók nevniliga met bæði í brúkarum og vitjanum. Vika 31 hevur inntil nú verið vikan, floghavn.fo hevði flestu brúkaravitjanir – tá vóru 1579 brúkarar á síðuni, men vika 41 flutti setti metið til 2132 brúkarar. Floghavn.fo fór frá einum 24. plássi uppá 19. pláss í viku 41.

Men tætti dysturin millum floghavn.fo og ras2.fo fekk eina vending í síðstu viku. Í sambandi við at Rás 2 er byrjað at senda úr Miðlahúsinum, var móttøka niðri í Vágsbotni. Alt ednaðist væl og tá Rás 2 fór í luftina mitt í vikuni, fóru tølini eisini upp. Ras2.fo tók egið met í øllum trimum tølunum; sýndum síðum, vitjanum og brúkarum.

Spennandi verður at síggja, hvør kemur at standa ovast í viku 42 – ras2.fo ella floghavn.fo

 

(Myndina eigur football.fo)