Eiði.fo einasta síðan á Vevmátingarlistanum, sum tók egið met

 

Vevmátingarlistin er dagførdur til viku 18.

Eiði.com sleppur hesaferð at sóla sær, tí síðan� varð nevniliga tann einasta, sum tók egið met í farnu viku. Skemtisíðan nym.fo gjørdi fyri fáum døgum síðani eina leinkju til síðuna, sum hevur 72. pláss á Vevmátingarlistanum, og hetta kann hava havt sína ávirkan á vitjanartalið. Hóast tey framvegis ikki gjørdust tey hægstu á listanum, átti síðan m.a. eina framgongd uppá heili 206,3% í sýndum síðum, sum gjørdi, at eidi.com, um so eisini var tann einasta síðan, sum tók egið met í farnu viku.

Aðrar síður, sum kláraðu seg væl í viku 18 vórðu: planet.fo, antares.fo, hfs.fo, nora.fo, vfg.fo, stamps.fo og okkara egna gallup.fo. Harímillum átti síðan hjá Postverki Føroya, stamps.fo, eina framgongd uppá yvir 460% í sýndum síðum, og gallup.fo átti eina framgongd uppá 95,6% í brúkarum.

Sí annars fleiri hagtøl um føroysku og íslendsku heimasíðurnar á Vevmátingarlistanum.