02/07/2007
Enn ein hendingarík vika á vevmátingarlistanum.
Tað hendir nógv á vevmátingarlistanum. Tíðindasíðurnar vikublad.fo nordlysid.fo og dimma.fo hava allar niðurgongd í brúkarum, men allar framgongd í vitjanum. Tekin um, at hvør brúkari kemur oftari og oftari á hesar síðurnar. vikublad.fo tekur aftur egið met í vitjanum. Men uf.fo er tann sum tekur egið met á øllum økjum, bæði við brúkarum, vitjanum og sýndum síðum.
nym.fo er enn á 10. plássi og hevði eisini framgongd í vitjanum. kjak.fo tekur egið met í brúkarum, eitthvørt kjak á kjak.fo sum fólk halda vera áhugavert. gallup.fo hevði stóra framgongd og er tað helst nym.fo sum hevur hálað gallup.fo uppeftir, tá nym.fo hevur skrivað um teirra debut á vevmátingarlistanum.
ras2.fo og lindin.fo eru á 22. og 23. plássi og lindin.fo tekur so rudduliga egið met. Ferðavinnu og matsíðurnar hafnia.fo og hvonn.fo hava báðar stóra framgongd og hafnia.fo tekur egið met á øllum økjum.
bitland.fo tekur egið met á øllum økjum, nú teir hava fingið nýggjar høvuðseigarar, Eik Grunnurin, Royndin, Framtaksgrunnur Føroya og Syntesa.