FarGen fær góða undirtøku millum fólk

 83 % av føroyingum taka undir
við FarGen-verkætlanini, sum snýr seg um at lesa arvastreingirnar (genomini)
hjá øllum føroyingum, sum vilja tað. Tað vísir hugburðskanning, sum Gallup
Føroyar hevur gjørt fyri FarGen. 3 % av teim spurdu meta hinvegin, at verkætlanin eigur
at steðgast. Restin hevur ikki tikið støðu til spurningin, hvørt verkætlanin
skal fremjast ella ikki.

“Ábendingin er greið: FarGen
fær stuðul frá føroyingum,” staðfestir Noomi O. Gregersen, verkætlanarleiðari
fyri FarGen í tíðindaskrivi til miðlarnar. Hon fegnast um úrslitini í kanningini: “Úrslitini eru eitt greitt
tekin um, at fólk stuðla verkætlanini, og er tað tí við góðum treysti, at vit í
næstum fara undir at bjóða fólki at luttaka.”

Føroyingar tykjast eisini í
stóran mun fúsir at luttaka í FarGen-verkætlanini, tí í kanningini varð spurt,
hvørt fólk eru hugað at luttaka við at lata eina blóðroynd. Útvið ein triðingur
svaraði, at tey fara heilt víst at luttaka, og 43 % søgdu, at tey fara møguliga
at luttaka. Fremsta orsøkin til, at fólk eru áhugað í at luttaka, er sambært
kanningini, at tey vilja stuðla undir gransking (51 %). Ein stórur partur (39
%) sigur høvuðsorsøkina vera, at tey ynskja at fáa innlit í møguliga arvaliga
treytaða sjúku hjá sær og familjuni.

526 tilvildarliga valdir føroyingar yvir 17 ár luttóku í spurnarkanningini, sum Gallup Føroyar gjørdi fyri FarGen í desember.