Felagið Føroysk Marknaðarfólk ársveitslu

Felagið føroysk marknaðarfólk hevði ársveitslu 16. januar, har vit avdúkaðu, hvør hevði vunnið heiðurin at eiga bestu prentlýsing, bestu sjónvarpslýsing og besta marknaðarátak í 2013.

Tryggingarfelagið Føroyar vann við sínari prentlýsing “Vit stuðla ikki bara einum liði. Vit stuðla einari tjóð”, sum var gjørd í samband við Oyggjaleikirnar á Bermuda í 2013. 41% atkvøddu fyri hesari lýsingini.

Besta sjónvarpslýsing gjørdist stuttfilmurin “Ránið” hjá Ráðnum fyri Ferðslutrygd og Tryggingarfelagnum Føroyar. Ránið fekk 51% av atkvøðunum.

Ársins marknaðarátak 2013 gjørdist “Un”-átakið hjá Visit Faroe Islands við 52% av atkvøðunum í sínum bólki.

Harafturat avgjørdi nevndin at heiðra Skálki Man í SMS við Ársins Herðaklappi (lítla M) fyri teirra nýhugsandi lýsingar og brúk av vanligum monnum í teirra lýsingum.

Laila Hentze frá Gallup Føroyum er samskipari hjá Felagnum føroysk marknaðarfólk. Vit ynskja øllum vinnarunum hjartaliga til lukku.