Felagið føroysk marknaðarfólk fund

Hósdagin, 8. mars høvdu limirnir í felagnum føroysk marknaðarfólk fund í Gallup. Evnið hesa ferð var sponsorering. Oda Andreassen frá Tryggingarfelagnum Føroyar, Jón Tyril frá G! Festivalinum og Tróndur Vatnhamar høvdu sera áhugaverdar fyrilestrar um hetta spennandi evnið. Áhugað kunnu venda sær til Gallup fyri at hoyra nærri um Felagið føroysk marknaðarfólk.