FFM 14. februar: User Experience

Felagið føroysk marknaðarfólk hevur M-Torg mikudagin, 14. februar kl. 13.00-15.00 í hølunum hjá Gallup Føroyum. Niels Skovmand frá Userfirst hevur fyrilestur um User Experience og Laila Hentze frá Gallup leggur fram nýggjastu tølini um nýtsluna av sosialum miðlum í Føroyum. FFM hittist 5-6 ferðir um árið og blaðið M-Rákið kemur út tá. Nýggir limir eru vælkomnir at venda sær til Lailu Hentze á tel. 222 885.