FFM 6. september: Live Streaming

Týsdagin, 6. september kl. 10.00-12.00 hittast limirnir í Felagnum Føroysk Marknaðarfólk í M-torginum, tá Snæbjørn Ragnarsson, Social Media Consultant frá Digital Arts Network, Pipar\TBWA í Íslandi fer at halda fyrilestur um Live Streaming. Tiltakið verður í hølunum hjá Gallup Føroyum, Tvørgøta 13 á 2. hædd. Nýggir limir kunnu tekna seg við at skriva til samskiparan á: laila@gallup.fo. Samstundis kemur blaðið M-Rákið út.

Snæbjørn hevur arbeitt við social media síðstu fýra árini, men hevur nógvar royndir áðrenn tað í samband við tónleikabólkarnar, sum hann er limir í: Skálmøld og Ljótu hálfvitarnir. Hann hevur verið á tourné við bæði Týr og Hamferð.

Um live streaming sigur Snæbjørn: “I have been a part of various projects using this as a tool. It is without a doubt the new trend and social media will indeed continue on the path towards it. And it is great, because it’s honest, quick and fun…”