FFM-Torgið: Avbjóðingar tá nýggj heimasíða skal gerast

M-Torgið var í hølunum hjá Gallup Føroyum, fríggjadagin 13. apríl, tá Durita D. Samuelsen, fulltrúi frá Hugskotinum, gav okkum áhugavert innlit í, hvussu Hugskotið arbeiðir við at stuðla íverksetum at menna teirra hugskot til veruleika, umframt tey átøk, sum Hugskotið eisini stendur fyri.
Eisini hevði Sølvi Jespersen frá Atlantic Airways framløgu um tilgongdina og avbjóðingarnar í samband við, tá ein nýggj heimasíða skal gerast og hvørji atlit skulu takast til móttakarar og samskifti, tað tekniska, tíðarrammuna og tað fíggjarliga. Sølvi hevur saman við øðrum ment nýggju heimasíðuna hjá Atlantic Airways. Við útgangstøði í fyrilestrinum hjá Niels Skovmand á M-Torginum 14.februar legði Sølvi fram, hvussu “user experience” og “user-testing” er týðandi partur í tí umfatandi verkætlanini: “nýggj heimasíða”.