
24/02/2014
Firouz Gaini fyrilestur á Marknaðartorginum, hósdagin 27. februar
Hósdagin, 27. februar kl. 13.00 -15.00 hevur Firouz Gaini, ph.d., lektari í antropologi og samfelagsvísindum, fyrilestur fyri limunum í Marknaðartorginum.
Heitið á fyrilestrinum er “Undirstreymar í ungdómsmentanum. Hvussu kunnu vit forklára, hví ung velja
sum tey velja?”
Nýggir limir eru vælkomnir at venda sær til Gallup Føroyar á tel. 222 885.