Fleiri nýggj met og nýggjar síður á vevmátingarlistanum.

Fleiri av síðunum á vevmátingarlistanum taka egið met í viku 12/2007. olivant.fo er nú komin upp á 43.051 brúkarar og tekur egið met. olivant.fo fer stig fyri stig uppeftir. olivant.fo er enn á 10. plássi á North Atlantic List og fær kapping frá hugi.is sum ikki er so langt aftanfyri. Verður North Atlantic List flokkaður eftir vitjanum, so kemur olivant.fo upp á 5. pláss.

 

uf.fo hevur havt rættuliga jaliga gongd seinastu mongu vikurnar og tekur egið met við 8.505 brúkarum í farnu viku. nordlysid.fo hevur eisini rættuliga jaliga gongd, men tekur tó ikki egið met, men gongdin hjá nordlysid.fo er jalig, bæði fyri brúkarar og vitjanir. dimma.fo hevur eisini rættuliga jaliga framgongd hvørja viku, tó uttan at taka egið met.

 

football.fo tekur egið met í nýggjari tíð og er nú uppi á 4.194 brúkarum í farnu viku. Tað er óivað dystirnir ímóti Ukreina og Georgia sum eru orsøk til tað. ssl.fo tekur egið met í vitjanum í farnu viku. gallup.fo er á 21. plássi og hevði bannarar á fleiri heimasíðum sum olivant.fo nordlysid.fo dimma.fo og vikublad.fo. Tað hevur givið nakað av ferðslu á gallup.fo og hevði gallup.fo met, bæði tá talan er um brúkarar, vitjanir og sýndar síður.

 

faroephoto.com tók egið met tá talan eru brúkarar, vitjanir og sýndar síður. faroephoto.com hevði størst framgongd í prosentum frá viku 11 til 12 í 2007, tá talan er um brúkarar, mj.fo í vitjanum og sýndum síðum. mj.fo hevur fingið nýggja snotisliga heimasíðu og tað ger mun.

 

genealogi.fo hevði æðalfund leygardagin og sæst tað aftur í hagtølunum, tá genealogi.fo tók egið met á øllum frontum.

 

bkv.fo kemur nýggj inn á 44. pláss við 296 brúkarum og antares.fo er eisini nýggj á listanum og tekur aftastapláss frá eidi.com, fyri farnu viku.

 

Annars var vevhátið hjá Modernus sum ger ritbúnaðin til vevmátingarnar í Føroyum leygardagin 17. mars. Dagurin vær sera væl eydnaður og tey vóru mong sum fingu nógv burtur úr.

 

byin.fo fer nakað niður eftir vevmátingarlistanum. Spurningurin er, um tað er sprundið hesa vikuna, ella føstan sum ger tað, ella møguliga nakað heilt annað.