Flestu síður hava framgongd.

 

Fleiri av� heimasíðunum á vevmátingarlistanum hava framgongd í viku 30/2007. Ólavsøkan er júst farin afturum, og hevur m.a. Ólavsøkan og� yvirtøkan av fólkakirkjuni óivað verið nakað sum hevur hálað fólk til ymisku heimasíðurnar.

 

Ein nýggj síða er við á listanum, ung.fo sum kemur inn á 21. pláss á vevvmátingarlistanum við 909 brúkarum í viku 30/2007. ung.fo hevði heili 81.078 sýndar síður í farnu viku, og er á einum 5. plássi á vevmátingarlistanum, um listin verður býttur eftir sýndum síðum.

 

olivant.fo tekur egið met við sýndum síðum, og� hevur meira enn 2 milliónir sýndar síður. Tað er� tað dupulta av somu viku í fjør.�