Føroya Tele átti fimm síður inni á topp 10 í viku 16

 

 

Vevmátingarlistin er dagførdur til viku 16, og hesa ferð taka tvær síður egið met. Men eisini eru nakrar síður, sum høvdu stóra framgongd í síðstu viku.

Føroya Tele eigur sjey síður á listanum og harav eru fimm síður inni á topp 10. Føroyska telefelagið átti olivant.fo, sportal.fo, nummar.fo og planet.fo á 1.-4. plássi, samstundis sum ft.fo átti 10. pláss. Harav hevði planet.fo m.a. 48,7% framgongd í brúkarum, sum sendi síðuna frá 6. plássi og sum sagt upp á 4. pláss.

Men eisini simprentis.fo, grillin.dk og antares.fo tóku eg nakað fram í farnu viku.
Antares.fo átti m.a. eina framgongd uppá 111,1% framgongd í brúkarum, sum flutti síðuna eitt pláss upp á nr. 70.
Grillin.dk átti m.a. 161,3% framgongd í sýndum síðum og fóru sostatt frá 69. plássi upp á 62. pláss.

Men tað var simprentis.fo, sum hesaferð átti nógv ta størstu framgongdina. Síðan átti eina framgongd uppá ikki minni enn 650,3% í sýndum síðum. Hesum slapp síðan hjá Simprentis at sóla sær í, tá simprentis.com fór frá 25. til 51. pláss bólkað eftir sýndum síðum.

Men hóast øll hesi úrslitini, tóku ongar av omanfyri nevndu síðunum egið met. Tað gjørdu foroyaprent.fo og sms.fo tó. Síðan hjá Føroyaprent átti eina framgongd uppá 15,5 í brúkarum, men tað var nóg mikið at taka gamla metið á 110 vitjandi. SMS skifti herfyri grafiskan samleika, og heimasíðan við fylgdi við. Vika 16 gav sms.fo 1.301 vitjandi í mun til gamla metið á 1.149 vitjanir.

Fleiri hagtøl um føroysku heimasíðurnar eru at finna her.