Føroya Tele og Vodafone stríðast

 

Nógv fer fram á føroyska fjarskiftismarknaðinum í dag. Kall og Eitt gjørdust Vodafone, Føroya Tele opnaði upp fyri nýggjari lýsingarherferð fyri skjótari breiðbandi, og tað seinasta er ósemjan báðar partarnar millum. Alt hetta hevur eisini havt sína ávirkan á Vevmátingarlistan. Ft.fo og Kall.fo hava næstan altíð verið í kapping á listanum; ofta hevði ft.fo fleiri vitjanir og onkuntíð var tað kall.fo. Nú sýnist nýggja síðan hjá Ka… Vodafone at vera komin ordiliga upp at koyra, sum í hesum føri merkir, at vitjanirnar hjá vodafone.fo verða máldar rætt. Síðan hevur nevniliga methøgt vitjanartal – tað er faktiskt nærum tvífaldað sammet við tey seinastu tølini. Men tað er ikki bert høvuðssíðan hjá Vodafone Føroyar, sum sólar sær hesar dagarnar, eisini tekur dóttirsíðan nr.fo egin met. Og fyri at nevna enn eitt men, so tók nummar.fo hjá Føroya Tele eisini egið met.

Kappingin millum kappingarneytarnar báðar hevur ongantíð verið sterkari á listanum. Vodafone.fo gjørdist hesaferð tann fremmri, men spennandi verður at vita, hvussu verður í næstu viku, tá listin verður endurnýggjaður.

Aðrar síður, sum tóku egið met vórðu postverk.fo og hotel-runavik.fo. Sí annars hagtølini á Vevmátingarlistanum.