Føroyingar gleddu seg at fara aftur til arbeiðis

Meira enn annarhvør føroyingur
gleddi seg at fara aftur til arbeiðis eftir summarfrítíðina. Hetta er
niðurstøðan sambært einari kanning, ið Gallup Føroyar gjørdi í august 2016. Frágreiðingin
er grundað á samrøður við 528 tilvildarliga útvaldar føroyingar yvir kring alt
landið. Allir luttakarir í kanningini eru yvir 15 ár og harumframt er kanningin
vektað á aldurs-, kyns- og fólkabýtið kring Føroyar sum heild.
 

Samanbering

Sambært frágreiðingini svaraðu
heili 58% av føroyingum, at tey gleddu seg at fara aftur til arbeiðis eftir
summarfrítíðina. Samanborið við líknandi kanningar í øðrum londum, er hettar
talið sera høgt. Eitt nú hevur danska fyritøkan Deloiette gjørt eina líknandi
kanning í Danmark og vísir hendan á, at 41% av danskarum gleða seg at fara
aftur til arbeiðis aftaná summarfrítíðina. Harafturímóti svaraðu 45% av teimum spurdu,
at tey ikki gleddu seg til at fara til arbeiðis aftur. Samaborið við føroyska
talið eru tað einans 8% av føroyingum, ið ikki gleddu seg at fara aftur til
arbeiðis eftir sumarfrítíðina.

Arbeiðsgleði

Í ein stóran mun bera høgu tølini
boð um, at føroyingar trívast væl á føroyska arbeiðsmarknaðinum. Hettar
speglast aftur í, at kanningin bólkar tey spurdu upp í lønarbólkar og felags
fyri allar lønarbólkar er, at meginparturin gleddu seg at fara aftur til
arbeiðis eftir summarfrítíðina. Tey hægstløntu rúma tó 76% og harvið størsta
partin av teimum, ið gleddu seg at fara aftur til arbeiðis. Samanbera vit aftur
hesi tøl við donsku kanningina hjá Deloitte, vísa donsku tølini somuleiðis, at stjórar,
leiðarar og tey sjálvstøðugu eru tey, ið gleða seg mest at koma aftur til
arbeiðis eftir summarfrítíðina. Gongdin kann vera ábending um, at hesin
arbeiðsbólkur rúmar eina kenslu av, at hava funnið sína røttu hyll og vænta at
vera leingi í sama starvi. Kanningin hjá Gallup Føroyum vísir tó á, at sami høgi
lønarbólkur samstundis rúmar størsta partin av teimum, ið ikki gleddu seg at
fara aftur til arbeiðis eftir summarfrítíðina – nevnliga 11%. Ein høgur starvsessur
kann somuleiðis hava við sær mikla arbeiðsbyrðu og elva til strongd og tískil
kunna hesi viðurskifti eisini spæla ein leiklut hjá hesum lønarbólki.  

Trivnaður

Kanningin hjá Gallup Føroyum ber somuleiðis
fram eitt annað sjónarhorn, sum ber boð um, at føroyingar sum heild trívast á
føroyska arbeiðsmarknaðinum. Frágreiðingin er m.a. vektað á fólkabýtið kring
Føroyar og eyðsæð fyri kanningina er, at býtið millum tey, ið gleddu seg at
fara aftur til arbeiðis eftir summarfrítíðina eru javnt býtt og liggur ímillum
49% og 71% kring landið. Talið á teimum, ið ikki gleddu seg at koma aftur til
arbeiðis liggur ímillum 1% og 16% kring landið – og kanningin vísir somuleiðis
á, at sandoyingar eru tann bólkurin av føroyingum, ið bæði gleða seg mest og
minst til at koma aftur til arbeiðis eftir summarfrítíðina. Tølini eru tó
umvend fyri Suðuroynna, har 49% gleddu seg at koma aftur til arbeiðis, ímeðan
bert 1% av teimum spurdu ikki gleddu seg – harumframt rúmar suðuroyggin eisini
størsta partin av teimum, ið ikki eru í starvi.