Føroyingar mest virknir á arbeiðsmarknaðinum

Hagstovan boðar á heimasíðu síni frá teimum nýggjastu tølunum frá Arbeiðsfjøldarkanningini, sum Gallup Føroyar hevur verið við til at gjørt í november 2018. Av øllum teim 36.500 fólkunum, sum búgva í Føroyum í aldrinum 15 til 74 ár eru 31.500 í arbeiðsfjøldini, tað vil siga eru vinnuliga virkin. Uttan fyri vinnu eru umleið 5.000. Tað vil siga, at  vinnutíttleikin er 86%, roknað fyri bæði kyn. Hjá monnum er vinnutíttleikin 88% og hjá kvinnum nærum eins stórur við 84%.

Samanborið við onnur lond er vinnutíttleikin í Føroyum, t.v.s. arbeiðsfjøldin í % av fólkatalinum, tann størsti í Europa, við Íslandi tætt aftanfyri.

Í arbeiðsfjøldini eru øll vinnuliga virkin, so sum løntakarar, sjálvstøðugt vinnurekandi og arbeiðsgevarar, arbeiðsleys, ið eru tøk at átaka sær arbeiði, og fólk, sum ólønt hjálpa til í familjufyritøku.

Føroyski vinnutíttleikin størstur í Europa

Vit hava sæð tað eisini í undanfarnu kanningum, at í mun til fólkatalið er føroyska arbeiðsfjøldin tann størsta í Europa. Einans í Íslandi er hon næstan líka stór. Tað verður eisini váttað við uppgerðini hesaferð.

Tá vit samanbera úrslitini fyri bæði kyn tilsamans, eru Føroyar og Ísland langt fremst við einum vinnutíttleika ávikavist 86% og 83%. Síðan er eitt lop niður til Sveits við 76% og Svøríki við 74. Noreg, Týskland, Danmark og Bretland og Eysturríki liggja um 70-71%. Lægstur er vinnutíttleikin í Turkalandi og Italia við 57%.

Hjá monnum eru Føroyar á odda við 88% og síðani Ísland við 86%. Og av tí at føroysku kvinnurnar við 84% eru væl framman fyri Ísland við 79%, verður samanlagda úrslitið, at Føroyar samanlagt fyri bæði kyn eru á 86% og Ísland á 83%.